Fáa helst tilboð um triðja prikið

– Vit hava ikki tikið endaliga støðu, men helst fara vit at bjóða fólki triðja prikið við koppseting ímóti koronu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

– Enn er málið ikki viðgjørt á landsstýrisfundi, men tá eg havi fingið tilmælið frá farsóttarnevndini, so taka vit tað til viðgerðar á landsstýrisfundi.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tá vit spyrja hann, um og nær fólk í Føroyum fáa tilboð um triðja prikið av koppseting ímóti koronu.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann er eitt sindur skeptiskur og heldur, at vit nú mugu hava eina »eksitstrategi« fyri at sleppa burtur úr hesum aftur.

 

– Vit fylgja tó tilmælum frá heimsheilsustovninum WHO. Og tey mæla til, at ríku londini ikki leggja ov nógv koppingarevni undir seg, áðrenn tey fátæku londini hava fingið nóg mikið av koppingarevni.

 

– VIt hava ikki tikið endaliga støðu, men tað verður sjálvandi ringt at siga nei til at geva fólki hetta tilboð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.