Fáa helst lønarhækking hesa vikuna

Málið um at geva landsstýrisfólkum 30 prosent í lønarhækking, ráðharrabil og at avtaka gyltu pensjónirnar má avgreiðast hesa vikuna, um lógin skal fáa gildi

Málið um at geva landsstýrisfólkum 30 prosent í lønarhækking, ráðharrabil og at avtaka gyltu pensjónirnar má avgreiðast hesa vikuna, um lógin skal fáa gildi.

 

Meðan arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg sita og samráðast um grundarlagið fyri lønarhækkingum á privata arbeiðsmarknaðinum – sum kanska gevur teimum eina lønarhækking upp á eitt prosent ella gott og væl tað, situr ein serlig grein 23 nevnd hjá løgtinginum og skrivar álit í málinum, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lagt fyri tingið.

 

Av tí at løgtingið skal í summarfrí fríggjadagin, má málið avgreiðast fyri ta tíð.

 

Sambært uppskotinum fáa landsstýrisfólk og løgmaður um 30 prosent í lønarhækking, galdandi frá næsta valskeiði. Samstundis fáa tey ráðharrabilar, men missa gyltu pensjónina.

 

Hoyrið samrøðu, sum Rás2 hevði við Bárð Nielsen, sum er formaður í grein 23 nevndnini, við at trýsta á pílin undir myndini.