Fáa helst byggiloyvi til kirkjuna á Argjum

Hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum

 

Tað er trupult at fáa teir 13 býráðslimirnar í Tórshavnar býráð at siga sína erligu meining um byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum. Stór mótstøða hevur verið seinastu tíðina, og víst hevur verið á ymsar skeivleikar, sum skulu hava verið gjørdir. Tjóðveldi hevur gjørt meiningakanning, sum vísir, at ein meiriluti av borgarunum í kommununi eru ímóti nýggju kirkjuni.

Mótstøðufólk tosa um beinleiðis feilir í málsviðgerð, sum tó verða vístir aftur av Tórshavnar kommunu og øllum teimum kærustovnum, sum málið hevur verið ígjøgnum. Tískil er klárt at útskriva byggiloyvið.

Men klutur er komin í málið, tí at fólksliga mótstøðan hevur verið so hørð. Í politikki ber altíð til at broyta meining, og tað hava summir býráðslimir eisini gjørt.

Um vit spyrja býráðslimir, so eru tað nógvir, sum ikki hava eitt greitt svar, helst tí at málið er so eymt.

Men fleiri hava verið fyri at loyva kirkjuni at byggja á ætlaða staðnum.

 

##med2##

Teirra millum eru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annika Olsen, fyrrverandi borgarstjóri og Gunvør Balle, býráðslimur. So seint sum tveir dagar undan seinasta býráðsvali skrivaði heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu um, hvussu fegnar Annika Olsen og Gunvør Balle vóru um, at býráðið hevði latið Argja Kirkju fimm milliónir krónur til endamálið.

Gunvør Balle hevur síðani skift støðu. Annika Olsen hevur síðani meldað seg úr Fólkaflokkinum og meldað seg inn í Tjóðveldi, og hóast hon er vald fyri Fólkaflokkin í býráðið, so hevur hon ikki alment boðað frá, at hon hevur skift støðu í málinum.

Tríggir flokkar hava púra greiða støðu: Fólkaflokkurin (uttan Anniku), Sambandsflokkurin og Framsókn. Men tað er tí, at teir eru einastu flokkar í býráðnum, sum bara hava ein býráðslim í part.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eru fyri at geva kirkjuni byggiloyvi. Framsókn er ímóti.

 

##med3##

Í Tjóðveldi er í øllum førum ein atkvøða fyri og helst tvær ímóti. Greitt er ikki, um Annika Olsen fer at siga ja, nei ella ikki tekur støðu.

Sera ivasamt er, hvat Javnaðarflokkurin ger. Hugsandi er, at flokkurin hevur tríggjar ella fýra atkøvður fyri. Ógreitt er, um hinar eru ímóti ella um tær verða blankar.

In.fo hevur spurt fleiri býráðslimir um teirra støðu. Onkur, sum ikki hevur viljað 'bekent kulør' svaraði við at spyrja: »Kann man vera ímóti eini kirkju?

 

Okkurt er sum bendir á, at kirkjan fær byggiloyvi.

Vit vita, at Sambandsflokkurin hevur eina atkvøðu fyri.

Vit vita, at Fólkaflokkurin hevur eina atkøvðu fyri.

Vit gita, at Javnaðarflokkurin hevur tríggjar (kanska fýra) atkvøður fyri.

Vit vita, at Tjóðveldi hevur eina atkvøðu fyri.

Soleiðis eru helst seks atkvøður fyri. 

-

Vit vita, at Tjóðveldi hevur eina atkøvðu ímóti.

Vit vita, at Framsókn hevur eina atkvøðu ímóti.

-

Vit gita, at Tjóðveldi hevur eina atkvøðu afturat ímóti.

-

Vit gita, at Tjóðveldi hevur eina blanka atkvøðu.

Vit gita, at Javnaðarflokkurin hevur tvær ella tríggjar blankar atkvøður – kanska onkur teirra verður ímóti.

-

Um hetta fer at líkjast atkvøðugreiðsluni í Tórshavnar býráð hóskvøldið, so fær Argja kirkju endaligt byggiloyvi at byggja kirkjuna sum ætlað.