13. apríl 2015
Alment tiltak um neyðtøku og revsilógina
Hóskvøldið 16. apríl kl. 20.00 skipar Amnesty fyri almennum tiltaki um revsilógina og neyðtøku. Tiltakið verður í Perluni í Havn og hevur til endamáls at lýsa, hví núverandi lóg als ikki er nøktandi.
Felagsskapurin vísir millum annað á, at neyðtøka í hjúnabandi bara gevur hálva revsing, eins og tað, at neyðtaka ein verjuleysan persón, til dømis vegna brek ella rúsevni, eisini gevur hálva revsing?
Hóskvøldið fer Amnesty International Føroya Deild at varpa ljós á veikleikarnar við føroysku revsilógini í mun til neyðtøku. Sambært donskum kanningum verður bara tjúgunda hvør neyðtøka meldað, og bert helmingurin endar við dómi.
Arbeiðið hjá Amnesty tekur støði í Kvinnurættindasáttmálanum hjá ST, og Amnesty heitir á føroysku myndugleikarnar um at broyta partarnar av føroysku lóggávuni, sum gera mismun í mun til neyðtøkuoffur. Amnesty eftirlýsir eina ætlan, sum breitt ávísir, hvat er neyðugt at gera fyri at verja rættarstøðuna hjá teimum, ið eru fyri neyðtøkum.
Á tiltakinum fór Jógvan Elias Winther Poulsen, verji, at greiða frá føroyska revsirættarliga siðaarvinum og ásetingunum um sokallaðar “hálvar neyðtøkur”.
Stinne Back, frá donsku deildini hjá Amnesty, fer at greiða frá, hvussu danska lóggávan er vorðin dagførd, millum annað eftir trýst frá Amnesty.
Umboð frá løgregluni og landssjúkrahúsinum vera til staðar, og kjakast verður um hví so fáar neyðtøkur verða meldaðar og hvussu ein meldar eina neyðtøku.
Eisini verða persónligar søgur fortaldar.