Fáa hægri stuðul næsta ár

Prísirnir hækka og tí hækkar stuðulin til lesandi eisini

Næsta ár fáa, tey, sum ganga í miðnámsskúla kring landið, og tey, sum eru undir hægri lestur, eitt sindur meiri í lestrarstuðuli enn tey fáa í ár. Ein kunngerð verður lýst í næstum sum sigur, at av tí, at prísirnir eru hækkaðir, hækkar lestrarstuðulin eisini.

 

Studningurin til tey, ið eru yvir 18 ár, og sum taka hægri lestur, ella førleikagevandi útbúgving, verður 4.605 krónur um mánaðin næsta ár. Studningurin til miðnámsskúlanæmingar og fólkaskúlanæmingar er 4.073krónur um mánaðin – um so er, at tey eru forsyrgjarar, ella kunnu skjalprógva at tey hava útreiðslur av egnum bústaði. Studningurin til hinarnæmingarnar á miðnámi og fólkaskúla, er 1.962 krónur um mánaðin.

 

Tað ber eisini til at takalestrarlán, og tað er, í mesta lagi, 2.583 krónur um mánaðin og bókastudningur er 3.887 krónur um árið. Harafturat er vistarhaldsstudningurin 2.716 krónur um mánaðin. Vistarhaldsstudningur kann veitast teimum, ið er undir 18 ár, men sum noyðist at flyta nærri útbúgvingarstaðnum og sum kann prógva, at tey útreiðslur av hesum.

 

Barnastudningurin er 1.067 fyri hvørt barnið undir 18 ár. Barnastudningur verður latin, ið eiga børn, ella sum hevur eru forsyrgjarar hjá børnum í lestrartíðini. studningurin til stakar uppihaldarar er 1.636 krónur um mánaðin.