Fáa fleiri grundstykki afturat

Sum støðan er nú, hava ungfólk ongan møguleika, men tað er bara eitt medisin, sigur býráðslimur í Havn

Tórshavnr Býráð hevur nú samtykt at útvega fleiri grundstykki í Nólsoy. Býráðið hevur arbeitt í fleiri ár við at gera eina útstykking í Nólsoy og í hesum sambandi varð arbeitt við eini útstykking, við 15 grundstykkjum. Kortini vórðu bara átta stykki gjørd klár, men nú vísir tað seg, at tað er pláss fyri 17 grundstykkjum í útstykkingini, og nú hevur býráðið samtykt at gera tey níggju stykkini, sum eru eftir, byggibúgvin.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum sigur, at tað var stórur áhugi fyri stykkjunum í Nólsoy, so hann er sannførdur um, at tað er rætt at gera øll stykkini byggibúgvin. Upp á seg er tað eisini bíligari at gera øll byggibúgvin ísenn og ætlanin er at fara undir arbeiðið beinanvegin.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at endamálið hjá býráðnum er at hava grundstykki til taks í øllum bygdum í Tórshavnar kommunu, eins og í Havnini sjálvari, eisini á Argjum og í Hoyvík.

 

Hann sigur, at bústaðarneyðin er stór og tað hevur trýst prísirnar so langt upp, at ungfólk, sum ikki eru væl fyri fíggjarliga, hava ongan møguleika at seta búgv í Havn. Hann veit eisini um fólk, sum heldur seta búgv aðrastaðni enn í Havn og hann heldur at tað kann ikki vera rætt, at høgur húsaprísur skal reka fólk úr kommununi.

 

Samstundis ásannar hann, at tað er bara eitt medisin ímóti tí høga prísinum og tað er at økja um útboðið av bústøðum, tí er útboðið stórt fara prísirnir at fella.

 

Annika Olsen, býráðslimur, og fyrrverandi borgarstjóri, sigur, at hetta er ein gomul ætlan, men eitt, býráðið gjørdi í Nólsoy, var, at at seta í skeytið, at tað var bústaðarskylda í húsunum, sum vórðu bygd í nýggju útstykkingini fyri at forða fyri, at fólk bara bygdu summarhús, ella bara løgdu jørð inn undir seg.

 

Býráðið gjørdi eisini av, at grundstykkini skuldi vera so bílig, sum gjørdligt og tí kostaðu tey 165.000 krónur fyri at gera tað lættari hjá fólki at seta búgv, og fyri at gera tað lættari at fáa fígging.