Fáa ein forsmakk av ungum tónleikarum

Í annaðkvøld, mikukvøldið, fara ungir tónleikarar í Eysturoy at hava eina konsert í býráðshøllini í Runavík.

 

Talan er um næmingar, sum skulu vera við í Stella Polaris kappingini í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti.

 

Stella Polaris er ein kapping ímillum ungar tónleikarar, sum spæla klakssiskan tónleik og á konsertini í Runavík klokkan 19 í annaðkvøld verða tað luttakarar úr musikkskúlunum í Fuglafirði og á Nesi, sum fara at spæla. 

 

Á skránni eru verk eftir Gabriel Faure, Andrew Lloyd Webber, Mozart, og onnur. Konsertin er bæði almenna og ókeypis.