Fáa allar jólagestirnar til hús

Strandferðsla broytir ferðaætlan í morgin fyri at fáa allar jólagestirnar til hús

Eftir ætlan lendir síðsta jólaflogfarið hjá Atlantsflogi í Vágum í annaðkvøld, tollaksmessukvøld, klokkan 20,35 og eru tá øll ferðafólkini komin, ið høvdu ætlað sær heim til Føroyar at halda jól.

 

Men sum rætt er, staðfestir Strandfersðan á heimasíðu síni, at hjá nógvum ferðafólki er er ferðin ikki endað tá ið tey hava stigið fótin á føroyska jørð á flogvøllinum, tí tey allarflestu skulu víðari.

 

Tí verður ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum og strandfaraskipum broytt, so at øll sleppa til húsar um kvøldið.

 

Tí koyra nakrir bussar eykatúr og Smyril útsetir fráferðina úr Havn ein hálvan tíma, so at fólk av flogfarinum lukkast við.

 

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra frá Smyrli, tá ið hann er komin suður Samstundis verður eisini ein eyka ferð sigld út í Hest, men tað er bara eftir tilkalling.

 

Strandferðslan siglur eisini jólaaftan og jóladag, eftir eini skerdari ferðaætlan, og onkrir bussar hjá Bygdaleiðum eisini jólaaftan.