Dømi eru um fiskimenn við føroyskum skipum, sum fáa 5.000 – 5.500 krónur um mánaðin.
Tað kom fram á fiskvinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið.
Men tinglimirnir í andstøðuni skuldsettu Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, til at venda tað blinda eyga til og ikki vilja gera nakað við hetta málið.
Á fiskivinnutinginum spurdi Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, um politikararnir ætlaðu at gera nakað við, at fskimenn við summum føroyskum fiskiskiskipum sigla undir óskipaðum og ógreiðum viðurskiftum.
Hann vildi hava at vita um politikararnir taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um, at øll, sum mynstra við føroyskum fiskiskipum, skulu lønast eftir sáttmála við manningarfeløgini.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at tað, sum skeiklar viðurskiftini er, at útlendskir fiskimenn fáa 5.000 krónur um mánaðin, tí tað kann eingin føroyskur fiskimaður kappast við.
Jacob Vestergaard ásannar, at tað er ikki gott, at manningar eru undirløntar
Men hann heldur, at tað er vandamikið at áseta sáttmálaviðurskifti í lóg.
- Vit hava fríar samráðingar og fara vit at áseta lønarviðurskiftið við lóg, fer tað at skeikla javnvágina, sum eigur at vera í frælsum samráðingarnar, sigur hann.
Sáttmálaviðurskifti eru ein spurningur um samráðingar ímillum tveir par tar.
Hann sigur, at skal nakað gerast, eigur tað at vera ígjøgnum útlendingalógina og tað er hann sinnaður at gera nakað við.
- Tað rætta er at verja rættindini hjá útlendinum við at seta somu treytir til manningarnar á fiskiskipum, sum til útlendingar, sum arbeiða á landi, nevniliga, at teir skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi og vera løntir eftir okkara viðurskiftum.
Alfred Olsen er harðliga ímóti, at manningarnar ikki hava skipað viðurskifti, men hann vil ikki siga um hann fer at taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.
Hann vónar eisini, at endurstovnaða reiðarafelagið fær sáttmálarr við manningarfeløgini.
- Vit gera okkum ikki inn í sáttmálaviðurskiftini. Vit áseta, at talan skal vera um ein sáttmála. Vit skulu ikki avgera, hvat skal standa í honum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Eisini Bill Justinussen er samdur í, at tað er ikki ílagi, at fiskimenn við føroyskum skipum fáa 5.000 krónur í hýru um mánaðin
Vit kunnu saktans seta í eina lóg, at føroysk fiskiskip skulu fylgja sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur hann.
Men hann veit ikki um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er tað rætta. Hinvegin hevur hann í løtuni einki boð upp á, hvør rætta loysnin er.
Kári P. Højgaard heldur, at í veruleikanum er landsstýrismaðurin ikki sinnaður at broyta lógina, tí at broyta útlendingarlógina, er eitt ódnartak.
Sjálvur hevur hann arbeitt við málinum, tá ið hann var landsstýrismaður og niðurstøðan hjá innlendismálaráðnum var, at einasti máti er at seta tað skum krav í sjálvt fiskiloyvið.
- Men tað hevur landsstýrismaðurin ikki viljað higartil.
Skipið ikki roknað sum føroyskt fyrrenn kemur 10-15 ferðir í havn. Einasti máti var, at treytirnar mugu og skulu setast í fiskiloyvi, tað hevur Jacob Vestergaard ikki viljað, men tað kann ornast her og nú.
Poul Michelsen vil ikki góðtaka sosiala dumping og er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum mátin at sleppa undan tíð, er hann sinnaður at taka undir við tí.
Vit hava fakfelagsfrælsi. Í hvussu so virkað fyri og er uppskotið hjá Aksel treytin at fyribyrgja sosiala dumping, taka vit undir við tí, tí tað kunnu vit ikki góðtaka.
Høgni Hoydal tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og hann heldur, at tað, Jacob Vestergaard førir fram, eru tær beru undanførslur.
Tey, sum ikki halda føroyskar sáttmálar, fáa ein kappingarfyrimun.
- Tað finnast óteljandi umberingar fyri einki at gera, sigur hann.
Aksel V. Johannesen staðfesti, at vildi Jacob Vestergaard broytt útlendingalógina, hevur hann havt fleiri ár at gera tað í, men einki er hent.
- Veruleikin er, at tað letur seg ikki gera at broyta útlendingalógina, tí hon er danskt málsøki, so tað er Fólkatingið, sum má broyta hana.
- Harafturat er allur fiskiskapur uttanfyri 12 fjórðingar, fevndur av altjóða lóggávu, og har skulu manningar lønast eftir sáttmálum í sínum heimlandi.
Tí má tað verða eitt krav, at tey, sum fiska eftir føroyskum fiskiloyvi, løna manningunum eftir føroyskum sáttmálum, sigur Aksel V. Johannesen.
Sí fleiri myndir frá fiskivinnutinginum við at trýsta HER
|