Fáa 30.000 krónur í virðisløn 

Gera øll eitt sindur, ger tað stóran mun, siga tey, sum fingu virðislønina

Sóley Kerlok, stigtakari til Tálgaverk, við kekkinum

Tað var verkætlanin, Tálgaverk, sm fekk umhvørvisvirðislønina hjá Nema í ár. Virðislønin er upp á 30.000 krónur og tey hana fyri tað miðvísa arbeiðið tey gera fyri at bøta um umhvørvið.

 

Tálgaverk er eitt tiltak, tey fóru undir í Vágum, har tey hava samlað ung og gomul at gera ljós burtur úr seyðatálg, sum annars fer burtur í stóran mun. 

 

Tey siga, at virðislønin kemur væl nú er ætlanin at ger meiri burtur úr at fáa børn og ung við og at vekja teirra fyri umhvørvinum. Ætlanin er eisini at útvega betri útgerð, so at tey eisini fáa gjørt sápu, og fleiri sløg av ljósum burtur úr tálgini.

 

Gera øll gera eitt sindur, ger tað stóran mun, segði Sóley Kerlok, sum stigtakari til Tálgaverk, tá ið hon fekk kekkin.

 

Sóley Kerlok, stigtakari til Tálgaverk, við kekkinum