Eitt, sum Vakstrarætlanin fyri Sandoynna er í holt við, er eitt grønmetisskeið, sum fer at koyra gjøgnum summarið. Skeiðið verður fyri øll, sum kundu hugsað sær at velt sítt egna grønmeti. Tað verður Laura Joensen, sum kemur at undirvísa og taka sær av tí praktiska.
Hetta verður eitt skeið, har øll kunnu luttaka - eisini tey, sum ongantíð hava fingist við velting og jørð áður. Einasta, sum skal til, er, at tú hevur hug at royna teg við at velta títt egna grønmeti.
Tann praktiski parturin av skeiðnum verður velting av grønmeti í Skálavík. Skipað verður soleiðis fyri, at hvør einstakur, sum luttekur á skeiðnum, fær eitt 10 fermetra stórt stykki at velta á, og síðan verður farið í gongd.
Laura Joensen segði eisini nøkur orð á fundinum um grønmetisvelting á Hotel Skálavík í kvøld, og hon helt skemtiliga fyri, at hon er eingin serfrøðingur á hesum øki, men hevur gjørt sær sínar egnu royndir við velting av ymiskum grømeti.
Endamálið við grønmetisvelting er, at bóndur, jarðeigarar og fólk annars skulu kunna fáa nakað burtur úr. Endamálið er eisini, at hetta skal geva gróðrarbotn fyri fleiri mattiltøkum og øktum matstovuvirksemi við føroyskum rávørum - eisini, tá ið ræður um at selja Føroyar sum ferðavinnuland.
- Eg kann einki garantera fyri nøkrum sum helst. Eg havi gjørt royndir við dúki út yvir velting, og eg havi havt ymiskt standandi innandura. Eg havi sett fræ niður og havi taðað. So kemur tað uppaftur sum kemur. Mínar royndir eru, at best er at royna seg uttandura á vanligan hátt - og so hopa tað besta.
Laura Joensen segði, at tey eru longu sein á veg við skeiðum, og tí er bara at koma í gongd sum skjótast, og eitt kundi hon í øllum førum garantera luttakarunum, at hetta verður eitt stuttligt skeið, har fólk sleppa at royna síni evnir og sítt hepni við grønmetinvelting í Skálavík.