Enska fótbóltssambandið hevur í kvøld kunngjørt, at tað er í samráðingum við venjaran hjá West Bromwich Albion, Roy Hodgson, um at gerast enskur landsliðsvenjari.
Ongland hevur verið uttan landsliðsvenjara síðani fyrr í ár, tá Fabio Capello legði frá sær eftir stríð við leiðsluna í enska fótbóltssambandinum. Leingi hevur verið gitt, at Tottenham venjarin, Harry Redknapp, fór at taka yvir, men so verður ikki.
Ein tíðindastubbi á heimasíðuni hjá WBA staðfestur, at FA hevur biðið WBA um loyvi at samráðast við Roy Hodgson. Stjórin í enska fótbóltssambandinum, David Berstein, hevur somuleiðis váttað at FA er í samráðingum við Roy Hodgson og at hann er einasti venjari FA er í samráðingum við.
Venjara yrkisleiðin hjá Roy Hodgson:
19761980 Halmstad
1982 Bristol City
1982 Oddevold
19831984 Örebro
19851989 Malmö FF
19901992 Neuchâtel Xamax
19921995 Sveis
19951997 Inter Milan
19971998 Blackburn Rovers
1999 Inter Milan
19992000 Grasshopper
20002001 FCK
2001 Udinese
20022004 Sameindu emirríkini
20042005 Viking
20062007 Finnland
20072010 Fulham
20102011 Liverpool
2011 West Bromwich Albion