Carlos Tevez hjá Manchester United vil vera við, at tað vóru provokatiónir fra Chelsea vallarvørðinum, ið byrjaði bardagan. Enska fótbóltssambandið hevur avgjørt, at tey fara at hyggja nærri eftir sjónbandaupptøkum, fyri at fáa greiðu á, hvat tað var sum hendi eftir oddabrakið í Premier League, millum Chelsea og Manchester United. Hvat sum veruliga hendi, er enn óvist, men sambært Carlos Tevez, vóru tað grovar provokatiónir frá vallarvørðinum hjá Chelsea, ið spann øði í Patrice Evra. Fyri tíðarritinum The Guardian sigur Carlos Tevez, at vallarvørðurin hartaði Patrice Evra, ið so efterfylgjandi bað um umbering. Tað vildu Chelsea-folkini ikki og hildu á við provokatiónunum, og so byrjaði ein lítil bardagi. FA hevur biðið Chelsea um at fáa upptøkurnar frá sjónbondunum kring vøllin, til tess at koma óvissuni til lívs, og fyri at kunna finna seka partin.