Faðir og sonur eitt stig í part!

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá Víkingi. Barndómsfelagið hjá honum, sum hann umboðaði alla sína tíð sum fótbóltsspælari, var B68.

André Olsen er sentralur miðvallari hjá B68. Í kvøld var hann millum mótstøðumenninar hjá Víkingi.

Eftir 0-0 dystin vóru teir báðir í samrøðu við Rás2 samdir um, at spælið hevði ikki verið nakað at reypa av.

- Vit vildu fegnir hava í hvussu so er eitt stig, og javnleikur í Gøtu er eingin katastrofa, helt André Olsen.

- Fyrri hálvleikur var ikki so galin, men eftir steðgin var tað ikki gott, helt Jógvan Martin Olsen, sum bedýraði, at tað ikki var avrátt millum faðir og son, at teir skuldu býta stigini ímillum sín!

- Liðini skaptu ongar málmøguleikar í 2. hálvleiki. Tí er einki at siga til, at tað endaði málleyst, tá ið teir ikki megnaðu at skora upp á møguleikarnar, sum vóru í 1. hálvleiki, helt Rás2 viðmerkjarin Helgi L. Petersen.