Arsenal verjuleikarin Gabriel varð um vikuskiftið vístur av vøllinum, aftaná hann endaði í hornatøkum við Chelsea áleyparan Diego Costa.
Málið endaði tó ikki har, tí tilburðurin var ikki meira enn liðugur fyrr enn ákoyringarnar heglaðu yvir dómaran Mike Dean á sosialum miðlum av fólkum, ið mettu at Diego Costa eisini átti at verða útvístur.
Enska fótbóltssambandið, The FA, tók eisini málið upp og avgjørdi í gjárkvøldið at reisa ákæru móti Chelsea áleyparanum fyri harðligan atburð.
Men tað er ikki bara Diego Costa, ið kann vænta sær ein straff, tí fótbóltssambandið hevur eisini reist ákæru móti Gabriel, ið verður ákærdur fyri ósømiligan atburð, umframt at bæði feløgini verða ákærd fyri ikki at klára at stýra teirra leikarum.
Fótbóltssambandið hevur givið Costa eina freist til klokkan átjan í kvøld at svara ákæruni. Um so er, at Costa góðtekur ákæruna, so verður hann leikbannaður í tríggjar dystir.










