Fá fiskavirki lata aftur í summar

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru tað bara tvey fiskavirki, sum hava gjørt av at lata aftur í summar.

 

 

Tað eru saltfiskavirkini, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu. Hesir virki fara í summarfrí viku 30, 31 og 32. Hini virkini steingja ikki í summar.

 

Landingarmiðstøðin á Eiði (Bátafiskur) steingir í viku 30, 31 og 32, og landingarmiðstøðin í Leirvík steingir í viku 30 og 31. Í Leirvík verður tó opið - um hægst neyðugt - mánamorgunin hin 26. juli.

 

- Hinar landingarmiðstøðirnar lata ikki aftur í summar - tó, at onkur hevur onkran dag, har tey ikki taka ímóti fiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at hetta er tað, tey higartil hava fingið at vita úr hesum partinum av vinnuni. - Men, her kunnu broytingar koma, verður lagt aftrat.