Fá ferðsluóhapp í kavanum

Tað fór at kava í gjár, men tað hevur ikki elvt til stórvegis trupulleikar

Eftir liggjandi góðveður í fleiri dagar, varð tað kaldari aftur í gjár og seinnpartin í gjár fór at kava.

 

Og løgreglan sigur, at í nátt og í morgun hava tey bara fingið boð um tvey ferðsluóhapp. Men í báðum førum var bara talan um materiellan skaða.

 

Í Líðini, á syðra armi á Trongisvágsfirði, fór ein bilur út av og í Havn rendu tveir bilar saman á einum krossvegi og fingu skaða.

 

Men tað eru eisini onnur óhapp hend. Eitt nú fór hesin bilurin útav á Høgreyni. Myndina tók Birgir Waag Høgnesen.