Fa. Ellen Dahl í søguna

Fa. Ellen Dahl er gamalt firma í Vági, men mikudagin fór hurðin aftur fyri seinastu ferð og hetta hendi um somu tíð, sum stovnarin hevði fylt 100 ár Solveig Johansen hevði opið fyri seinastu ferð mikudagin í handlinum Fa. Ellen Dahl, sum hon førdi víðari, tá mamma hennara legði frá sær. Sostatt fer hesin gamli handilin í Vági nú í søguna.

Tað var Ellen Dahl, sum byrjaði virksemið í 1930. Flutt varð tó ikki í núverðandi húsini, fyrr enn í 1935.

Fotografur

Ellen Dahl lærdi til fotograf og hon hevði atelier í kjallaranum og seldi eisini gávulutir. Frá 1949 seldi hon eisini vikubløð. Kioskin kom í 1958.

Solveig sigur, at tá hon jú búði í húsinum, so hjálpti hon til í handlinum og arbeiddi nógv har, men í 1961 giftist hon Eyðuni Johansen, og tey búðu niðri tvey tíðarskeið.

Í 1978 tók Solveig við og hevur hon havt fyritøkuna, til lykilin endaliga varð snaraður mikudagin.

Ellen Dahl hevði fylt 100 ár 20. juni.

- So nú var líkasum so hóskandi at gevast, sigur Solveig Johansen.