FA Cup steypahvøkkur: Oldham gjørdi tað aftur

Tað eydnaðist enn eina ferð triðju deildar felagnum, Oldham Atletic, at keypa hvøkk á eitt Premier League lið. Hesa ferð megnaðu teir at java til 2-2 í evstu løtu móti Everton, og tryggja sær umdyst.

 

Tað var hetjan frá sigrinum á Liverpool í undanfarna umfarinum í FA Cup’ini, Matt Smith, sum fýra minuttir inn í yvirtíðina, stútaði eitt hornaspark í málið. Tað var eisini Oldham, ið kom á odda aftaná 13 minuttir við máli, sum Jordan Obita skoraði.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Victor Anichebe fyri Everton. Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá miðverjin hjá Everton, Phil Jagielka, heldur hegnisliga megnaði at stúta eitt hornaspark í málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skifti Oldham Matt Smith inn. Tað skuldi vísa seg at verða ein góða avgerð. Framherjin, sum skoraði bæði málini móti Liverpool, megnaði nevniliga at tryggja League One felagnum ein umdyst á Goodison Park, tá hann langt inni í yvirtíðini skoraði til stóra gleði fyri nógvu Oldham viðhaldsfólkini á heimavølli.

 

Eisini Arsenal var fyri óvæntaðum úrslitið. Teir taptu 1-0 fyri Blackburn á heimavølli. Einsamalla málið í dystinum skoraði Colin Kazim-Richards eitt stórt korter fyri tíð.

 

- Vit vóru ikki nóg góðir at vinna dystin. Tað er so einfalt sum tað, segði Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, eftir dystin sambært ESPN.

 

Hann noktaði at koma við nøkrum umberingum, men vísti bara á, at hann als ikki var nøgdur við avrikið.

 

FA Cup – 5. umfar:

Luton – Millwall 0-3

Arsenal – Blackburn 0-1

MK Dons – Barnsley 1-3

Oldham – Everton 2-2