FA Cup og Premier League í dag

Í FA Cup tekur Portsmouth á Fratton Park í móti Birmingham. Portsomuth vann FA Cup í 2008, men í dag er felagið í stórum fíggjarligum trupuleikum og framtíð hjá felagnum er óviss. Hin fjórðingsfinalan í dag er í millum London liðini Fulham og Tottenham. Hetta er fimtu ferð at liðini hittast í FA Cup. Tottenham hevur vunnið tær fýra ferðirnar feløgini hava spælt FA Cup móti hvørjum øðrum.

 

Tríggir dystir verða í Premier League. Arsenal tekur á heimavølli ímóti Burnley. Heimaliðið er uttan Alex Song, Sol Campbell og William Gallas. Manchester United er á vitjan hjá Wolverhampton. Wayne Rooney er ivasamur eftir ein minni skaða eftir landsdystin mikukvøldið. Seinasti dysturin er í London millum West Ham og Bolton.

 

FA Cup:

 

12:30

Portsmouth ? Birmingham

 

17.20:

Fulham ? Tottenham

 

Premier League:

 

15:00

Arsenal ? Burnley

West Ham ? Bolton

 

17:30

Wolves ? Manchester United