Chelsea og Liverpool bresta í dag saman á Wembley í FA Cup finaluni. Søguríka steypakappingin er nú á sínum 131. ári. Chelsea hevur vunnið kappingina seks ferðir, meðan Liverpool hevur vunnið hana sjey ferðir.
Hvørki Liverpool ella Chelsea hava havt eitt nøktandi kappingarár, men hava staðið seg væl í teimum ymisku steypakappinginum. Liverpool vann í feburar mánaði Carling Cup finaluna við millum annað at vinna á Chelsea á veg til finaluna.
Chelsea megnar at síggja til ikki at enda millum fýra tey fremstu fyri fyrstu ferð síðani Roman Abramovich keypti felagið í 2003. Ringa gongdin kostaði Andre Villas-Boas starvið sum venjari. Hjálparvenjarin, Roberto Di Matteo, tók yvir og hevur megnað at ført liðið til Champions League finaluna og FA Cup finaluna.
Chelsea og Liverpool hava rent seg í hvønn annan fleiri ferð seinnu árini í Champions League, FA Cup og Carling Cup, umframt í Premier League. Hetta er uppgerð nummar 31 millum hesi bæði liðini síðani 2004-05.
Chelsea er uttan David Luiz og Gary Cahill, sum báðir stríðast við skaðar í baklærinum. Mett verður at tað verður Didier Drogba, sum verður fremsti maður, meðan fyrrverandi Liverpool framherjin, Fernando Torres, byrjar á bonkinum.
Fyri Liverpool ljóðar tað til, at tað bara eru Charlie Adam og Lucas Leiva, sum ikki eru tøkir í dag. Teir eru báðir langtíðar skaddir. Bæði Chelsea og serliga Liverpool spardi fleiri av lyklaleikarunum í vikuni.
Roberto Di Matteo hevur vunnið FA Cup tvær ferðir sum leikari við Chelsea, meðan Liverpool venjarin, Kenny Dalglish, ongantíð hevur tapt móti Chelsea sum venjari hjá Liverpool í 13 dystum.
FA Cup finalan byrjar klokkan 17.15
Hvat siga tit, hvør vinnur og hvat verður støðan?