Fá búgva til leigu

Føroyingar byggja ella keypa hús. Einans 11,6 % búgva til leigu - tað er líka stórur partur av fólkinum, sum í 1977

Tað eru sera fáir føroyingar, sum búgva til leigu. Av øllum teim 17.441 húskjunum í Føroyum vóru tað bert 2.022, ið búðu til leigu. Hetta svarar til 11, 6%. 

Tað eru sostatt líka fáir leigarar í 2011 sum í 1977. Um vit samanbera við støðuna við síðstu fólkateljing 34 ár frammanundan, er onki hent hesum viðvíkjandi. 

Tí tá vóru lutfalsliga líka nógvir – ella fáir – leigarar í Føroyum, nevnliga 11,7%. Samanbera vit við onnur lond í Europa eru tað somuleiðis sera fá í Føroyum, ið búgva sum leigarar. 

Sum sæst av myndini omanfyrii, er tað bert í tveimum eystureuropeiskum londum, at tað lutfalsliga eru færri leigarar enn í Føroyum.

Av teimum 4.468 fólkunum, ið búgva til leigu í Føroyum, búgva heili 61% í Suðurstreymi. Knappliga 30 % búgva í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymi, og 9% búgva í Vágum, Suðuroy og Sandoy.