FA bíðar eftir svari um uppsagnir

Føroya Arbeiðarafelag kærdi fyrst í september uppsagnirnar hjá Landsverki í grótbrotinum í Porkeri. Enn hevur felagið ikki fingið svar. Føroya Arbeiðarafelag metir ikki, at sakligt grundarlag var fyri uppsagninum, og felagið fýlist eisini á, at avgerðin longu var tikin, tá ið hoyringsskrivini vóru send uppsøgdu arbeiðsfólkunum. Tað skrivar Samtak á heimasíðu síni.

Føroya Arbeiðarafelag leggur dent á, at landsverk ikki hevur roynt at funnið arbeiðsfólkunum annað arbeiði, at handverkarar nú røkja teirra størv, og at tað ongin sparing er við verandi loysn, hóast hetta var upprunaliga orsøkin fyri uppsøgnunum.

Føroya Arbeiðarafelag hevur eisini sent eina aðra kæru til Innlendismálaráðið viðvíkjandi mannagongdini hjá tí eina arbeiðsmanninum, ið var uppsagdur í grótbrotinum. Hesin hevur verið tvingaður at møta upp í uppsagnartíðini, hóast Landsverk onki arbeiði hevur til hansara. Møtir arbeiðsmaðurin ikki missir hann uppsagnarlønina. Eisini eru arbeiðsumstøðurnar sera vánaligar. Hetta er greitt í stríð við starvsfólkapolitikk landsins.

Feløgini í Samtak átala harðliga, at tað almenna fer so illa við tímaløntum starvsfólki, og heitir á Innlendismálaráðið um at strika uppsagnirnar hjá Landsverki, og at fáa viðurskiftini í grótbrotinum í Porkeri í rættlag.