F1 -Kappingin fyri lið er enn víðopin

Heimsmeistaraheitið fyri koyrarar varð avgjørt seinast í Brasilia, men enn er eingin avgerð fallin í kappingini fyri lið, og bæði Renault og McLaren-Mercedes ætla sær at stríðast fyri hesum.


Á tíðindafundinum aftan á formel 1 koyringina í Brasilia segði tann nýggi heimsmeistarin í formel 1, Fernando Alonso, at avgerðin í kappingini um heimsmeistaraheitið gav honum fríðari teymar seinastu koyringarnar, og at nú fór hann at satsa eitt sindur meira. Hetta endurtekur hann hesa vikuna í samrøðu við almennu formel 1 heimasíðuna f1.com. Hann sigur, at nú fara hann og Renault liðfelagin Giancarlo Fisichella, at stríðast fyri at vinna heimsmeistaraheitið fyri lið.
Í somu koyring, sum Alonso tryggjaði sær heimsmeistaraheitið fyri koyrarar, misti Renault fyrstu ferð á árinum oddasessin í kappingini fyri lið til McLaren-Mercedes.
Hetta verður ein torfør uppgáva hjá Renault, tí McLaren-Mercedes hava havt betra bilin seinastu nógvu mánaðarnar, og Raikkonen og Montoya eru báðir í toppformi. Teir hava skifts um at vunnið seinastu fimm koyringarnar, og vit skulu aftur til 24. juli, fyri at finna seinastu ferð ein Renault koyrari vann.
 
Nýggjur Honda
BAR-Honda kunngjørdi í vikuni at liðið eitur Honda frá og við næsta kappingarárið. Hetta merkir at British American Racing gevst í tí ítróttinum, ið liðið fyrstu ferð luttók í kappingarárið 2000. BAR byrjaði við ætlanum um at vinna av fyrstu byrjunarstøðu í fyrstu koyringini, og at gerast heimsmeistari fyrsta árið. Enn hevur liðið ongantíð vunnið nakað í formel 1, og eingin ivi er um, at ein sigur hevði komið væl við, hjá rasaraliðnum, ið hevur vunnið allar aðrar rasarakoyringar, har liðið hevur luttikið. Honda hava ein nýggjan motor til koyringina á heimabreytini, so vert er, at eygleiða hvussu koyringin fer at ganga fyri Button og Sato.
 
Nýggjur Toyota
Toyota, ið eisini eru á heimabreytini á Suzuka, hava ein nógv broyttan bil við til hesa koyringina. Hetta er, sum skilst ein bilur, sum liggur sum grund fyri Toyota bilin næsta ár. Ralf Schumacher sigur við f1.com, at hesin bilur riggar munandi betur til hansara hátt at koyra enn ársins bilur hjá Toyota.
 
Schumacher plagar at vinna
Michael Schumacher plagar at vinna á Suzuka, ikki færri enn seks ferðir hevur týskarin og sjeyfaldi heimsmeistarin tikið sigurin á hesi breytini. Av koyrarum, sum enn eru í formel 1, er tað umframt Schumacher einans Rubens Barrichello sum hevur vunnið á Suzuka. Rubens vann í fyrra árið.


HM fyri koyararar
 
1                    Fernando Alonso                117
2                    Kimi Räikkönen                  96
3                    Michael Schumacher           60
-                     Juan-Pablo Montoya           60
5                    Giancarlo Fisichella            45
6                    Jarno Trulli    43
7                    Ralf Schumacher                 38
-                     Rubens Barrichello              38
9                    Jenson Button                     32
10                  Mark Webber                      29
 
HM fyri lið
 
1                    McLaren-Mercedes             164
2                    Renault F1    162
3                    Scuderia Ferrari                  98
4                    Toyota Racing                     81
5                    Williams-BMW                   59
6                    BAR Honda  33
7                    Red Bull Cosworth              27
8                    Sauber Petronas                  17
9                    Jordan Toyota                     12
10                  Minardi Cosworth               7