ÍF yvirhálar KÍ

ÍF vann fyri fimtu ferð á rað, tá teir í góðverðinum leygardagin vunnu heili 5-2 á KÍ, sum nú bara hevur fingið eitt stig í trimum dystum. Clayton Soares skoraði hattrik og er nú toppskorari í deildini

ÍF staðfesti um vikuskiftið, at liðið skal takast í álvara. Eisini í stríð­num um heiðursmerki og meistara­heitinum. Hóast tað stendur eftir, at Clayton Soares hevði avgerandi leiklutin, so vóru Løkin beiggjarnir, Karl og Bogi, eisini góð boð upp á dagsins leikara, umframt at alt liðið kom væl frá uppgávuni á Fløtugerði.

Javnt í góðverðrinum
Tað var bakandi sól í fyrra hálv­leiki og tað sást eisni aftur á áskoðara­fjøldini. Drúgv ÍF viðhaldsfólk søgdu, at tað er langtsíðani, at so nógv fólk hava verið til dyst í Fugla­firði. Næstan øll sitiplássini vóru í brúk, meðan fólk stóðu framvið veg­num omanfyri vøllin.
Bussur kom úr Klaksvík og hóast úrslitið ikki var akkurát sum tey kundu hugsa sær í Klaksvík, so vóru viðhaldsfólkini mælsk og vóru við til at skapa ein góða stemning á Fløtugerði.
KÍ helt fast í somu spæliskipan, sum vit hava tær teir spæl fyrr. Tríggjar á miðvøllinum við Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jacobsen og Johan Jacobsen, meðan Andy Olsen og Henry Heinesen vóru á hvør­sínum vongi og Páll Klettskarð í álop­inum.
Fyri ÍF var Clayton Soares fremsti maður. Undir liðini á honum var Bogi Løkin, sum allan dystin á tamb trýsti KÍ verjuna, sum hevði stór­ar trupulleikar av honum.
Í fyrra hálvleiki gekk javt á og KÍ var einki aftanfyri ÍF. Vandi var fyri at hitin fór at taka ferðina úr spæl­inum, men tað var ikki tilfeldið.
ÍF kom á odda aftaná 27 minuttir eftir horna. Frammanundan hevði ÍF havt nøkur hornasprøk og hvørja ferð hevði ÍF nógv fólk heilt inni fimm metrinum, og horna spørk­ini vóru sparkaði heilt tætt at málinum.
Hesa ferð fekk Clayton Soares høvdið á. Inni í málinum roynur KÍ verjan at rudda vekk, men hjálpar­dómarin er ikki í iva og veittrar fyri mál. Tað var eitt sindur ivamál um talan var um sjálvmál, men á dómaraseðilinum stendur Clayton Soares.
Bara fimm minuttir seinni javn­aði KÍ. Heðin á Lakjuni legði innfyri úr høgru og við nærmast stong var Henry Heinesen fyrstur á og stútaði bóltin í málið. Aftur her sá út til at verða talan um deyðbóltsstøðu, sum hevur verið roynd undir venjing.

KÍ fór niður við sólini
Í seinna hálvleiki fór sólin afturum og í skugganum kendist eitt sindur av kulda. Helst tí tey flestu mundu sita í summarklæðum. Tað var nokk ikki tað, sum gjørdi at ÍF setti seg á dystin, men heldur ein bland­ing av góðum ÍF spælið, eitt skjótt mál og eitt KÍ lið, sum slepti í verju­partinum.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn á hálvan minutt gamal, tá Thomas Asmunssen legði bóltin inn­fyri til Clayton Soares, sum stút­aði bóltin víðari í mál.
Hetta málið kom sum ein køld spann av vatni á nøkur skoldaði KÍ andlit. So hvørt sum sekundvísarin fór runt setti ÍF seg meiri og meiri á dystin. Aftaná ein tíma stútaði Høgni Madsen eitt frísparksinnlegg í mál. Høgni Madsen hevur fyrr spælt við KÍ og við virðing fyri gamla felagi sínum valdi hann ikki at feira málið.
– Eins og tá eg skoraði fyri KÍ ímóti ÍF, so valdi eg ikki at feira málið, segði Høgni Madsen eftir dystin.

KÍ svarar aftur, men til fánýtis
Stutt eftir málið ger Páll Guðlaugsson tvær útskiftingar, sum ger mun eina løtu seinni. Inn koma Bárður J. Heinesen og Ivan Joensen. Í sama minutti, sum Ivan Joensen er komin inn leggur hann bóltin innfyri úr høgru. Páll Klettskarð rakar tvørstongina og Bárður J, Heinesen fylgir upp og mink­ar um munin.
Í sjey minuttir sá KÍ út sum eitt lið, ið kundi koma aftur í aftur. Tað var so bara til Bartal Eliasen eftir horna í aðru atløgu kundi smekka bóltin í málið.
Stutt seinni var dysturin enda­liga avgjørdur, tá Karl Løkin enn eina ferð sendi eitt gott horna inn­fyri. Fyri triðju ferð sendi Clayton Soares høvdið á og so var 5-2 og hattrik til toppskoraran í før­oysk­um fótbólti.
ÍF var nærri at økja enn KÍ var at minka um munin seinastu løt­una. KÍ liðið spældi ikki sum ein eind í seinna hálvleiki, meðan ÍF við Clayton Soares og Boga Løkin alla­tíð vóru ein støðug hóttan móti KÍ mál­inum.

ÍF upp – KÍ niður
ÍF hevur nú vunnið fimm dystir upp í slag og liggur á øðrum plássi, meðan KÍ dettur niður á triðja pláss. ÍF hevur í Clayton Soares ein mann, sum kann avgerða ein og hvønn dyst í Effodeildini og heldur hann fram við at skjóta mál, so fer at síggja heilt gott út í Fuglafirði.
Teir hava tveir góðar málmenn í Jákupi Mikkelsen og Tórði Thomsen. Miðverjan er stinn og á mið­vøll­inum eru fleiri møguleikar.
Vandin er um Clayton Soares verð­ur skaddur og hvussu holini í verjuni verða tipt, nú menn sum Jan Ellingsgaard og Uni R. Petersen skulu av landinum í lestrar­ør­ind­inum.
Fyri KÍ er talan um annan ósig­urin upp á tvier dystir. KÍ liðið hevur latið ellivu mál inn upp á tríggjar teir seinastu dystirnar og bara fingið eitt stig. Talan hevur verið um torførar uppgerðir móti Víkingi, EB/Streymi og nú ÍF. Kom­andi dysturin er móti HB og tá skal KÍ helst verja betri um teir skulu gera sær nakrar vónir um at fáa fulla úrtøku.