Hann hevur fleiri ferðir gjørt seg bemerktan við víðgongdum sjónarmiðum, sum mangan eru so langt úti, at tað grensar til tað tolluta.
Spurningurin er, hví maðurin, sum Javnaðarflokkurin lokkaði úr Sambandsflokkinum í 2002 at tryggja Javnaðarflokkinum umboð í Sandoynni soleiðis altíð vil koma í stríð við Javnaðarflokkin við provokatiónum, sum ikki standa mát við floksins stevnu.
Men enn løgnari er tað, at Javnaðarflokkurin ikki setir mannin upp á pláss. Tað hevur gingið stútt afturá hjá Javnaðarflokkinum í politikki seinastu átjan árini, og um nýggi formaðurin ikki tekur annað skinn um bak – og um fávitskut sjónarmið fáa gróðrarbotn, so er eksistensgrundarlagið hjá Javnaðarflokkinum farið í søguna...