Fá ávirkan á tíni livikor í Føroyum

– Á pallboðrsfundi á Fólkafundinum 2012 í Hoyvík 21. og 22. september hevur tú møguleika at siga tína hugsan, siga fyrireikararnir.

Á Fólkafundinum 2012 vera nógv ymisk tiltøk, sum bæði luttakandi feløg og høvuðsfyrireikarnir skipa fyri. Høvuðsfyrireikarnir fara at standa fyri fýra pallborðsfundum. Á hvørjum pallborðsfundi fara fýra fólk frá luttakandi flokkum og feløgum at vera við. Harafturat er ætlanin at geva tveimum vanligum borgarum høvið at vera við til hvønn pallborðsfund.

Teir fýra pallborðsfundirnar viðgera hesi evnini: 1. Framtíðar útbúgving, 2. Framtíðar sosial- og heilsumál, 3. Framtíðar vinnulív, 4. Framtíðar viðurskiftir millum fólk, kommunur, land og ríki.

Niðanfyri síggjast luttakararnir frá politiskum flokkum og feløgum.

– Politisku umboðini eru vald soleiðis, at til hvønn pallborðsfund er ein frá andstøðuni og ein frá samgonguni. Dentur hevur verið lagdur á at fáa luttakararnar frá flokkunum og feløgum at fara út um egin sjálvsøgd økir og at viðgera onnur evnir, sum eisini eru viðkomandi fyri teirra virki. Men tó hevur fyrst og fremst dentur verið lagdur á at fáa landsstýrisfólkini við, tá tey jú eru hægstu ábyrgdararnir á økjunum. Tó eru ikki øll landsstýrisfólk við, tí bert ein frá hvørjum flokki kann vera við á pallborðsfundunum,, sigur Jóhannes Miðskarð, fyrireikari.

Hann sigur, at ætlanin við Fólkafundinum 2012 er at fáa politikarar at taka atlit til gerandislívið hjá vanligu borgarunum í Føroyum. Tí vóna høvuðsfyrireikararnir, at vanligir borgarar fara at melda seg til pallborðsfundirnar.

Fríggjadagur 21. sept. Kl 16,00-17,30: Pallborðsfundur um framtíðar útbúgving í Føroyum: Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, úr Fólkaflokkinum, Gunvør Balle úr Tjóðveldi, Jóhanna á Bergi frá Faroe Ship og Harriet av Gørðum frá Føroya Ungdómsráð.

Kl. 18,00-19,30: Pallborðsfundur um framtíðar sosial- og heilsumál í Føroyum: Karstin Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, úr Miðflokkinum, Hanna Jensen úr Framsókn, Elisabeth Ellingsgaard úr Landsfelag Pensjónista og Carita Bjørklund frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum.

Leygardagur 22. sept.:

Kl. 16,00-17,30: Pallborðsfundur um framtíðar vinnulív í Føroyum: Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum, úr Sambandsflokkinum, Marita Rasmussen úr Vinnuhúsinum og Kristina Larsen frá Dugna.

Kl. 18,00-19,30: Pallborðsfundur um framtíðar viðurskiftir millum fólk, kommunur, land og ríki: Jógvan Skorheim úr Sjálvstýrisflokkinum, Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkurin, Selma Ellingsgaard úr Starvsmannafelagnum og Karl Olsen úr Føroya Kommunufelagi.