Ein av stóru bólkunum frá sjeytiárunum hevur verið í Føroyum. Ein bólkur, sum enn stendur mát og er millum stjørnurnar? ikki ein teirra, ið kókar tunna súpan við uppskrift úr minnisbókini, har uppskriftin heldur skuldi farið í gloymikókibókina. Fleiri av hesum bólkum hava vitjað her millum ár og dag, men mikukvøldið var talan um Ian Anderson, Martin Barre og restina av Tull í toppformi.
Ung sum eldri
Ronnie, Sámal og Kolbein hitaðu upp í upphitaðu høllini, sum ? hóast mjørkan í høvuðsstaðnum ? eisini merkti tey 20 hitastigini, sum føroyska summarið hevur at bjóða í hesum døgum. Og Sámal fylti 50 ár henda dag og hann viðmerkti fegin, at tað var vakurt gjørt av Jethro Tull at spæla til føðingardagin.
Jethro Tull legði beinanvegin fyri, so tað merktist, at her var tónlistarlig dygd og orka og at talan var um eyðkendu tónarnar frá gandafloytuni.
Ian Anderson minti kanska mest um ein fívil, ein gekk ella íspegil, har hann dansaði og spældi í turriklæð á høvdinum, blusu og vesti og heldur smølum, svørtum buksum. Og so dansaði hann sum ein fívil, stóð á einum beini og veitraði annars ofta við øðrum beininum í ballett kendum rørslum, meðan hann spældi við oyruni á áhoyrarunum við tvørfloytutónum í rock/blues hami.
Og hóast kendastu løgini hjá bólkinum millum okkum, ið ikki júst eru kennarar ella hava fylgt sera væl við, eru frá sjeytiárunum, so hugtóku nýggjaru løgini eisini. Tað merktist væl á fjøldini, tá løg, sum eru kend, komu. Nevnast kunnu Cross-Eyed Mery og Aqualung og sjálvandi teirra vælkenda útgáva av Bouree hjá Bach.
Blandað fjøld
Útselt var til konsertina longu í marsmánað og tað var ein blandað fjøld, ið var í Norðurlandahúsinum.
Har vóru nøkur av teimum ungu, kanska 20 ár, ið kenna tónleikin, kanska frá foreldrunum. Har var stór fjøld av tónleikahugaðum í Føroyum, bæði tey, sum hava staðið á palli í 30 ár og gera tað enn, og yngri tónleikarar og tey, sum kanska eru njótarar og kennarar. Har vóru stjórar, politikarar og fólk við meira gernadisligum starvi. Har vóru tey í jakkasetti og snøgt kliptum hári og tey (mannfólk), sum enn hava sama hársnið, sum í sjeytiárunum (les: tilkomnir harrar við hestahala,blðm.) og sjálvandi eru tað nakrir av harrunum, sum ikki longur hava møguleika at savna sær ein hestahala.
Felags fyri tey mongu var tó, at grá hár taldust hjá fleiri og hjá øðrum var lætt at telja hárini.
Ian Anderson vísti seg at duga meira enn at ganda við tónum úr floytuni. Hann dugdi stutt og greitt at undirhalda millum sangirnar og harvið at skapa samband við fjøldina.
Millum annað helt hann fjøldina síggja unga út ? tey kundu so ikki vera ein dag yvir 40. Og so máttu tey eisini ansa sær ikki at klappa ov nógv, tí í búnum aldri skal ein ansa sær og ikki øsast ov nógv. Eisini greiddi hann frá, hví hann á nøkrum av løgunum spældi á ein sera lítlan guitar ? tað var einfalt tí, at so sá Ian sjálvur størri út! Hann spælir annsr fleiri ljóðføri og leikt eisini munnharpu mikukvøldið.
Tónlist í serflokki
Jethro Tull bera orð fyri at vera disiplineraðir menn. Og tað tyktist, sum var tað ikki tilvildin sum ráddi. Løgini vóru long, gamaní, og nógv var av solospæli og improvisasjón, men byrjað varð á slagnum 21 og tá eykalagið (Aqualong) hevði ljómað, var klokkan júst 23!
Ein av konsertunum, sum óivað er kanditatur til topp 5 yvir góðar tónlistarligar upplivingar í Føroyum, var av.
Ian sjálvur segði seg onki vænta, men tók hetta sum eina avbjóðing. Føroyingar hinvegin væntaðu nakað og ognaðu sær tí atgongumerkini í marsmánað.
Og fjøldin fekk tónleik fyri allar pengarnar. Júst tað, sum eyðkennir Tull. Og tó er onki sum eyðkennir bólkin, uttan kanska floytutónar. Men annars er tónleikurin bland av so mongum ? rock/blues, jazz, folk og stundum reggae.
Jú, hetta skuldi upplivast og verður hendan konsertin óivað tikin fram ferð eftir ferð, tá samrøðan í komandi tíðum snýr seg um tónleik og konsertir. Hýrurin var góður á fólki eftir konsertina. At Norðurlandahúsið nú hevur skonkiloyvi og at veikt øl fæst til keyps, bøtti bert um hýrin, men alt fór sámuliga fram, sum eyðkent eisini er fyri tiltøk í húsinum. Gandafloytan hevði leikt síðstu tónarnar í teimum 19 ella 20 løgunum, sum vit fingu í hesar tveir tímarnar. Tveir tímar við tónleiki í serflokki.