ÍF vil vera við!

Tað letur til, at fuglfirðingar nú aftur eru um at koma á rætta lagið, eftir at teir annars hava havt eina heldur trilvandi byrjan

Flogbóltur


ÍF ? SÍ 3 ? 1

25-13, 25-13, 26-28, 25-6


Byrjanin á landskappingini hjá ÍF hevur verið heldur løgin. Í fyrsta umfarinum spældu teir ímóti Mjølni. Tá høvdu menn valla vant saman, og nýggi venjarin var komin til landið dagin fyri. Tann dystin taptu teir akkurát. Seinasta vikuskifti var frívikuskifti, so nú skuldu teir vísa, um nakar dugur er í, og tað letur til, at tað er.


Stór framgongd

ÍF hevur í ár ikki so nógvar leikarar, men teir sum eru, eru góðir og eru royndir. Ungdómsarbeiðið hevur ligið stilt, men nú er gongd komin á aftur. Tað ganga tó nøkur ár, áðrenn teir leikararnir eru klárir at spæla í meistaradeildini.

ÍF vísti leygardagin, at teir saktans kunnu vera við í stríðnum um heiðursmerkini. Liðið tóktist at vera nógv meira samanspælt nú, og venjingarstøðan er eisini betri. Venjarin Boban Ilic hevur fingið skil á, og einki er at ivast í, at tað trongdi til. ÍF hevur mangan fingið alt ov lítið burturúr, einamest tí venjingarstøðan ikki hevur verið nóg góð.

Í dystinum leygardagin gekk í tveimum teimum fyrstu settunum sera væl hjá ÍF. Sí hótti ongantíð. Teir høvdu trupulleikar at fáa spælið at ganga, serliga torført var at fáa móttøkuna nóg góða, so at álopsleikararnir kundu vinna nakað. Sune Hansen er venjari hjá SÍ, og hann er einasti leikarin á liðnum, sum hevur royndir. Hinir eru fleiri unglingar. Teir eru millum bestu ungu leikararnar í landinum, men í meistaradeildini eru teir ikki nóg búnir enn. Í fyrstu settunum var tí einki hjá unga SÍ liðnum at gera.


Gott 3. sett

ÍF hevði fullkomið tak á dystinum, og sum so ofta, tá ið so er, fara menn at taka sær av løttum. SÍ lá og lúrdi, og teir megnaðu at koma inn aftur í dystin. Spælið hjá teimum var nógv betri í 3. setti, men ÍF hjálpti væl til, tí teir vóru als ikki so avgjørdir sum í teimum fyrru settunum. SÍ vann hetta settið, og tað var ikki sórt, at dysturin sá út til at fáa eina heldur óvæntaða vend.


Stokkut gleði

Boban Ilic man hava givið sínum leikarum av grovfílini í steðginum millum settini, tí ÍF var ikki at kenna aftur í 4. setti. Sí fekk fyrsta stigið, men so fór Bartal Eliasen aftur at serva, og hann avgjørdi dystin. Tá ið hann gavst, var ÍF frammanfyri 13-1, og dysturin var avgjørdur. Boban og Kenneth vóru frammi við netið, meðan Bartal servaði, og teir vístu hvussu ein bóltur skal sláast. Boban hevur sera gott smash, og Kenneth er heldur ikki fyri ongum. Saman við Bartali vóru teir bestu leikararnir í dystinum.

ÍF hevur nú fingið gongd á kappingarárið, men SÍ hevur framvegis einki vunnið. SÍ fer helst at geva onkrum liðum trupulleikar, tá ið Anfinn Joensen og Jón Nielsen vera við.