Fleyr-ÍF 2-3 (25-21, 23-25, 25-20, 14-25, 12-15):
Sunnudagin vitjaðu harrarnar úr Fuglafirði í Havn, har Fleyr vóru vertir, og eisini hesin dysturin bleiv ein sannur gysari av einum 5 settara.
Enn ein 5-settari
Dysturin gjørdist eisini sera spennandi og skuldu heili 5 sett til fyri at avgera hann. Fyrsta sett vann Fleyr 25-21 og vóru teir eisini frammanfyri frá byrjan til enda.
Næsta sett høvdu ÌF munin, og vunnu settið 25-23.
Í triðja settið tóktist túrurin aftur at vera komin til Fleyr at vinna, og endaði setti 25-20 til harrarnar úr Havn.
Nú stóð á gomlum nøglum, og ÍF reistist seg veruliga og vístu meistarakent spæl, og settu vertirnar uppá pláss við at vinna settið 25-14.
Avgerandi settið
Í fimta og seinasta settinum, var ÍF frammanfyri í byrjanini, men Fleyr kom sterkt aftur, og javnaði eitt skifti til 8-8. Haðani fylgdust liðini nærum hond í hond upp til støðuna 12-12, haðani ÌF síðani drógu longra stráðið og vunnu settið 15-12, og harvið eisini dystin 3-2.
Kapping um plássini
Hesin sigurin á útivølli hevur sostatt við sær, at ÌF liðið er komið uppá næstfremsta pláss í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum, og liggja teir bert eitt stig aftanfyri Mjølnir, men Fuglfirðingar hava spælt ein dyst færri enn kappingarneytar sínir, so kappingin sær út til at gerast sera spennandi, nú bert seks dystir eru eftir at spæla.
-niels










