ÍF við kós móti Evropa

Vodafonedeildin - Fuglfirðingar vunnu trivaligan heimasigur á B71. Møguleikin hjá ÍF at sleppa upp í part í Evropa er góður, og tapið ber við sær, at B71 er nú nærri niðurflytingini

ÍF vann uppiborið 3-0. Eingin ivi um tað.
Øssur Dalbúð, sum er topp­skjútti hjá fuglfirðingum, skeyt tvey av málunum, og Bartal Eliasen stóð fyri fyrsta mál­inum, tá hann umsetti brots­spark til mál.
B71 er nú bara eitt stig framman fyri FC Suðuroy, sum vann fulla úrsøku um viku­skiftið.
Fuglfirðingar, nummar fimm, eru ájavnir við Víking, sum er nummar fýra, á stiga­talvuni. Bæði liðini hava 40 stig, og málmunurin hjá Víkingi er +9, og hjá ÍF +8.
Fjórða plássið ber atgongu­merkið til evropiskan fótbólt við sær.
Um tað verður Víkingur ella ÍF, sum fer at vinna fjórða plássið, verður ikki minst avgjørt í 27. og seinastu um­far­inum, tá grannarnir hittast í Sarpugerði.
Í 26 .umfari fær ÍF vitjan av HB, og Víkingur skal spæla á útivølli móti FC Suðuroy.