ÍF venjarin uppsagdur

Fyrrapartin í dag boðaði ÍF frá, at Petur Simonsen er sagdur úr starvi sum venjari hjá felagnum.
Eftir at hava verið undir einum ávísum trýsti seinastu tíðina vegna støðuna á stigatalvuni í Formuladeildini, var fundur um málið í gjár. Aðalnevnd, fótbóltsnevd og ÍF-stuðlar vóru á fundinum. Niðurstøðan var, at undir verandi umstøðum er skilabest at siga samstarvið við Petur Simonsen upp. Hóast samstarvið við Petur hesa tíðina hevur verið gott, so varð mett at hetta var neyðugt, verður sagt í tíðindaskrivinum
Nýggjur venjari er Jón Simonsen, sum hevur verið hjálparvenjari hetta síðsta hálvárið. Hjálparvenjari hjá honum verður Símun Eliasen.