TB-ÍF 0-3 (22-25, 27-29, 20-25)
Lagt var upp til satt brak í oddinum av meistaradeildini hjá kvinnum, tá TB tók ímóti ÍF í Trongisvági. Undan dystinum lógu bæði liðini jøvn á fremstu rók við 12 stigum, og tí kundi vinnarin leggja seg á odda í meistaradeildini hjá kvinnum.
Gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur verið heldur øvugt síðstu vikurnar. Síðsta dyst hølvaði TB oddaliðið, Drátt, av suðuri í Trongisvági, og í sama umfarið bleiv ÍF hølva av á heimavølli ímóti SÍ. Tí kundi kanska roknast við, at TB fór at vera oman á í dystinum sunnudagin. Men so bleiv ikki.
ÍF legði hart út
Tað vóru nevniliga gestirnir úr Fuglafirði, sum løgdu betur fyri. Tað tóktist, sum tær høvdu nakað at prógva eftir ósigurin á heimavølli síðsta vikuskiftið. Munurin á liðunum var ikki stórur í fyrsta setti, men ÍF var heldur drúgvari. At enda megnaðu kvinnurnar hjá ÍF at toga seg fram við TB, og fyrsta sett endaði við 22-25 sigri til ÍF.
Var fyrsta settið spennandi, so bleiv annað settið ein sannur gysari. Bæði liðini stríddust manniliga alt settið, og munurin á liðunum var at kalla eingin. Liðini máttu spæla væl forbí tey 25 stigini, áðrenn ein vinnari bleiv funnin, og enn einaferð megnaðu gestirnir frá ÍF at draga longra stráðið. Tær vunnu annað sett 27-29, og nú sá ikki gott út hjá TB, sum ongan dyst hevði tapt á heimavølli í ár undan hesum dystinum.
Hetta skuldi tó ikki vera dagurin hjá TB. Í triðja setti var ÍF enn einaferð oman á, og í hesum settinum var munurin størri enn í teimum báðum undanfarnu settunum. ÍF megnaði nevniliga at vinna tiðja sett 20-25, og sostatt vunnu tær dystin 0-3.
Við sigrinum hevur ÍF lagt seg á odda saman við Drátti, meðan TB misti eitt fet í oddastríðnum.