KÍ-ÍF 1-7 (0-1)
Fuglfirðingar vunnu stórsigur, tá teir spældu dyst í Klaksvík leygardagin. Men tá ein tími var spældur var eingin stórsigur í eygsjón hjá niðurflytarunum úr Fuglafirði.
Tá var støðan 2-1 til ÍF, men KÍ hevði verið væl við í dystinum.
Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur, men ÍF?arnir vóru nakað naskari. Í einum tveimum støðum var tað málverjin hjá KÍ, Meinhardt Joensen, sum bjargaði heimaliðnum.
Hann var tó prísgivin, tá Rúni Petersen fekk fatur á bóltinum og smekkaði til uttanfyri brotsteigin. Bólturin rakti ein verjuspælara hjá KÍ og broytti kós.
Tá liðini fóru til hálvleik var støðan 1-0 til ÍF, men seinastu løtuna undan steðginum var KÍ komið meira við í dystin. Og tá liðini komu aftur á vøllin, hevði KÍ yvirtakið eina løtu.
Hesa løtuna fingu teir eisini málið hjá sær. Eitt gott skjótálop endaði við, at Aksel Johannesen legði inn fyri úr høgru síðu, Helmar Lassen var fyrstur á bóltinum og sendi fram við ÍF-málverjanum.
Dusaðu sær
Tað gekk ikki lang tíð, so hevði ÍF lagt seg á odda aftur. Málið var eitt sindur umstrítt, tí klaksvíkingar hildu, at Bárður á Lakjuni hevði fingið hjálp frá sínari egnu hond, tá hann gjørdist leysur, men hvørki dómarin ella linjuverjin lótu við seg koma, og so var 2-1 til ÍF.
Tá ÍF skoraði til 3-1 við máli, sum Eyðolvur Petersen gjørdi, tá hann fluktaði bóltin í kassan, fór luftin úr heimaliðnum.
KÍ valdi at flyta ein verjumann fram á miðjuna og spæla við trimum í álopinum, tað sum eftir var av dystinum, og tað gjørdi, at opið var í verjuni, har Bárður á Lakjuni og Rúni Petersen dusaðu sær.
Rúni skoraði tvær ferðir afturat, Bárður fekk eitt mál afturat, og Tórstein Joensen skoraði eftir hornaspark.
Tá samanumkom gjørdist tað ein tryggur sigur til ÍF, sum nú hevur lagt seg á odda í 2. deild. Klaksvíkingar bíða framvegis eftir fyrsta stiginum.
2. deild: KÍ-ÍF 1-7
(0-1)
0-1: Rúni Petersen
1-1: Helmar Lassen
1-2: Bárður á Lakjuni
1-3: Eyðolv Petersen
1-4: Bárður á Lakjuni
1-5: Rúni Petersen
1-6: Tórstein Joensen
1-7: Rúni Petersen