ÍF vann stórsigur við Stórá

Støðan hjá næstbestu Suðringunum minnir um hana í fjør hjá næstbesta ÍF liðnum

Tað er gott ítróttarlag í Fuglafirði í kvøld. Flogbólts menninir tryggjaðu sær fyrr í dag FM heitið, og nú eru bestu fótbóltsspælararnir á veg til  hús við 9-0 sigri, eftir at teir hava verið í Suðuroy.

 

Liðið hjá Suðringum í næstbestu deildini stendur seg ofta ikki so heilt illa í fyrra hálvleiki, men seinna hálvleik hevur tað ikki hilnast so væl, og soleiðis var tað eisini ídag. Tapini eru so stór, at tey minna ikki sørt um tølini, sum næstbesta ÍF liðið í fjør fleiri ferðir legði rygg til.

 

Hálvleiksstøðan við Stórá í Trongisvági var 3-0 til ÍF. Eitt korter var farið, tá ið Andrias Poulsen setti hol á, og ein hálvur tími var farin, tá ið Dánjal á Lakjuni økti til 2-0. Dion B. Splidt økti til 3-0 dygst undan steðginum.

Eftir hvíldina var tað títtari millum ÍF málini: Fimm minuttir vóru farnir, tá ið Arnold Kristiansen økti til 4-0, og seinna umfarið var tólv minuttir gamalt, tá ið Dánjal á Lakjuni varð tvífaldur málskjútti.

 

Síðsta korterið skoraði ÍF fýra ferðir. Málskjúttar vóru innskifti Dánjal Pauli Højgaarsd, sum skoraði tvær ferðir, Frank Poulsen og innskifti Hanus Eliasen.

 

ÍF hevur vunnið fýra ferðir, spælt einaferð javnt og tapt ein dyst. Suðringar hava bara vunnið eitt stig, og málmunurin hjá teimum er 2-37.