Fuglfirðingar vóru stórfavorittar, tá ið teir í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Suðringum, og tað gekk, sum tað varð upplagt at rokna við.
ÍF vann 8-1. Gestirnir skoraðu ikki fyrr enn vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin. Tá pyntaði John Marni Lindenskov um fyri Suðringar.
Hálvleiksstøðan var 5-0. Besti málskjúttin var Jan Ó. Ellingsgaard, sum oftast hevur verið á vinstra vongverja ella í miðverjuni. Hesar seinastu ferðirnar hevur hann ofta verið í álopinum.
Í dag skoraði hann trý mál, og nú er hann ÍF toppskjútti við átta málum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fór Jan av vøllinum. Avloysarin var Dánjal Pauli Højgaard, sum skoraði eitt mál. Hinir málskjúttarnir vóru Andy Olsen, Jóhan Petersen, Bergtór Thomsen og Sunnvar Hansen, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu átta minuttir og økti til 8-0, tá ið vanliga leiktíðin var farin.
ÍF er nú næstfremst við 29 stigum. Tað er sama stigatal sum NSÍ, ið er á triðja plássi. Málmunurin hjá ÍF er +27, og hjá NSÍ er hann +22.
Suðringar eru aftast við fýra stigum – fyri fýra javnleikir.