Tað hevur gingið væl hjá fuglfirðingum higartil í landskappingini, og í dystinum móti B68 vístu fuglfirðingar til tíðir gott fótbóltsspæl. Venjarin hjá fuglfirðingum, Ábraham Løkin, var eisini nøgdur við spælið hjá fuglfirðingum.
– Vit hava fleiri góðar bóltspælarar á liðnum, og tá vit royna at spæla fótbólt, heldur enn at spæla við longum sendingum, hava vit víst at vit kunnu geva øðrum liðum skarpan gang, og tað eydnaðist í dystinum móti B68, segði Ábrahan Løkin.
Ímeðan Ábraham kundi fegnast um sigurin, so var B68 venjarin, Bill Mc Jacobsen, alt annað enn nøgdur eftir dystin. Hann metti B68 til tíðir spældi væl, men at at persónlig mistøk gjørdu sítt til at ÍF vann dystin.
Saric var eygsýndur
Fuglfirðingar hava fleiri góðar bóltspælarar á liðnum, og mikukvøldið var álopsspælarin Nenad Saric eygsýndur. Umframt at hann skoraði tvey mál í dystinum, so var hann við í nógvum av álopsspælinum hjá heimaliðnum, og var ein konstant hóttan móti B68 verjuni.
ÍF legði seg á odda tíðliga í dystinum, tá Karl Løkin skoraði við beinleiðis frísparki, áðrenn Nenad Saric økti um leiðsluna, tá hann hegnisliga setti bóltin í kassan, eftir skjótt og gott álopsspæl.
Hóast B68 fikk minkað um munin tiðliga í seinra hálvleiki, við máli frá Remi Langgard, so køvdi Høgni Zachariassen vónina hjá toftamonnum við málinum til 3-1, áðrenn Nenad Saric kundi seta krúnuna á verkið, tá hann við góðum langskoti skoraði til 4-1. So gjørdi tað minni at toftamenn enn einaferð fingu minkað um munin, tá eitt langskot hjá Jónleif Højgaard fann leiðina til meskarnar.
Samanumtikið ein fult uppiborin sigur til fuglfirðingar, sum halda sambandið við oddin, meðan toftamenn enn hava fyrstu stigini á útivølli til góðar í ár.