ÍF vann 3-1 á B68 á vøllinum á Fløtugerði í Fuglafirði í kvøld.
Chris Moumaife skoraði bæði málini hjá ÍF í fyrra hálvleiki. Tað fyrra aftaná innlegg frá Dánjal á Lakjuni, tað seinna aftaná eina sending frá Boga Løkin.
Ndende minkaði um munin fyri B68 aftaná hornaspark. Nenad Saric staðfesti sigurin, aftaná eitt upplegg frá Hanusi Eliasen.
ÍF-B68 3-1 (2-1)
1-0 Chris Moumaife (10 min.)
2-0 Chris Moumaife (33. min)
2-1 Ndende (37. min)
3-1 Nenad Saric (86. min)