Jákup Mørk
Í næstbestu flogbóltsdeildini, sum nevnist 1. deild, er kappingin nú eisini liðug.
Her fór leikur soleiðis, at ÍF skúgvaði alla mótstøðu til viks. Somikið stórur munur var á, at teir fóru ígjøgnum allar tíggju dystirnar, uttan at tapa somikið sum eitt einasta sett.
Í meistaradeildini gjørdist støðan annars tann, at ÍF varð liðið, sum endaði niðast, og kann hetta kanska tykjast heldur løgið, tá hugsað verður um, at liðið varð føroyameistari fyri einum ári síðani.
Orsøkin til hesa støðu er, at liðið eftir vunna meistaraheitið misti nógv fólk, at aðrar kreftir tískil hava tikið yvir.
Tvey lið komandi ár
Sigurin í 1. deild hevur við sær, at ÍF nú aftur hevur rætt til at hava tvey lið í fremstu flogbóltsrøðini.
Sum omanfyri nevnt, so endaði ÍF á aftasta plássi í meistaradeildini, men tá Fleyr b tók liðið úr hesi kapping førdi tað við sær, at einki av hinum liðunum í deildini kundi flyta niður.