Fóðurflaki sleit ávegis til Íslands

Mánadagin kom sleiparin Togarinn innaftur við fóðurflaka, tí flakin sleit vegna veður.

Ein roynd at sleipa fóðurflaka til Íslands miseydnaðist í fyrstu syftu.

 

 

Sleipibáturin Togarinn hevði sunnudagin lagt inn á Vág, men var annars ávegis til Íslands við stóra fóðurflakanum. Og farið varð avstað aftur.

 

 

Men mánadagin komu teir inn aftur á Vág, tí veðrið vísti seg at vera heldur baldrut, og somikið harðar vóru umstøðurnar á ferðini , at flakin sleit. Tí kom Togarinn mánadagin inn aftur á Vág við flakanum.

 

 

Fylgið er nú farið av Vági aftur, og er ávegis til Íslands