- Vit hava tørv á meira skipaðum heildarætlanum í stríðnum ímóti lúsini, soleiðis at vit kunnu fáa nøkur meira effektiv úrslit.
Tað sigur Linda B. Jensen, sum fer at luttaka á aliráðstevnuni á Hotel Føroyum hin 22. februar.
Linda er leiðari fyri eini granskingarverkætlan hjá fóðurframleiðaranum Skretting, hvørs endamál er at gera heilsufóður, sum ger laksin meira mótstøðuføran móti lús.
Fyribils úrslit frá forprojektinum vístu, at laksur, sum fekk heilsufóður, hevði munandi minni lús enn laksur, sum fekk vanligt fóður.
Tað vísti seg, at greitt samband er millum innihaldið í fóðrinum, proteinsamansetingina í slímlagnum og mótstøðuføri ímóti lús.
- Spurningurin er tí, júst hvørja ávirkan ymiskar fóðursamansetingar hava á skræðuna og slímlagið hjá laksinum, sum gera, at lúsin ikki setur seg á laksin.
Hesum fer Linda B. Jensen at greiða nærri frá á aliráðstevnuni.
Vinnuhúsið vísir á, at bæði í Noregi og Føroyum hevur alivinnan ávísar avbjóðingar við laksalús, og tí arbeiðir vinnan støðugt við at menna nýggjar hættir at basa hesum trupulleika.
- Hetta er eisini orsøkin til, at Havbúnaðarfelagið hevur bjóðað Lindu B. Jensen á aliráðstevnuna, sigur Vinnuhúsið.