Fóturin kom undir hjólið

Politiið vil fegin tosa við bilføraran á bilinum, sum tíðliga sunnumorgunin koyrdi á fótin á einum ungum manni og rýmdi

Klokkan var farin av hálvgum seks sunnumorgunin, tá ið tveir menn í 20-árunum vóru á veg í eitt morgunball á Argjum.
Teir høvdu ilt við at finna húsið, teir skuldu vitja, men tá ið teir vóru staddir í Reynsgøtu, kom ein bilur.
Teir báðir ætlaðu at steðga bilinum fyri at spyrja bilføraran um veg, og teir fóru yvir móti bilinum.
Men bilurin steðgaði ikki, og annar av teimum ungu monnunum var so óheppin, at fóturin kom undir hjólið, og fóturin brotnaði.
Bilurin fór bara víðari.
Teir báðir ungu menninir hava ikki dgað at sagt politinum nakað um bilin. Politiið veit tí hvørki, um bilurin var stórur ella litil, hvussu vorðin hann var, um tað var ein vanligur bilur ella ein hýrivognur.
Politiið heitir inniliga á bilføraran um at gera vart við seg fyri at hoyra hansara frágreiðing um tilburðin.