Fótterapi í Fuglafirði

Nýggj nútímans fótklinikk hevur latið dyrnar upp í Fuglafirði, og stigtakarin, Brynhild Hansen sigur, at tørvurin á fótterapi í Eysturoynni er ógvuliga stórur. Hugskotið til at fara niður at skúla seg sum fótterapeut var, at Brynhild sá, at stórur tørvur var á hesum, við tað at ein stórur partur av teimum, sum hava diabetes fara til høvuðsstaðin at fáa tann tørvin nøktaðan.

Sum flestu kunnugt hava diabetikarar rætt til 6 viðgerðir um árið, og er tað við tí fyri eyga, at fyribyrgja/uppfylgja teimum seinkomplikatiónum, ið kunnu standast av hesi sjúku. Tað verða tí gjørdar fysiologiskar og neurologiskar kanningar eina ferð um árið.

 

Tað, sum stórur dentur verður lagdur á frá skúlanum er at viðgera, vegleiða og ráðgeva fólkum, ið hava diabetes, gikt, psoriasis, trupulleikar við neglunum og tørv á innleggum.

 

Hetta ger Brynhild Hansen nógv av, tó heldur hon, at fólk enn ikki rættiliga hava varnast nýggju klinikkina.

- Eg kann ikki siga, at eg enn havi so nógvar kundar, sum eg kundi ynskt mær, men tað gongur rætta vegin, sigur hon.

Hon er sannførd um, at stórur tørvur er á fótterapi í Eysturoynni og vónar, at eysturoyingar fara at leita til hennara eftir viðger, heldur enn at koyra til Havnar.