Fætter BR vitjar

Hitti tú ikki Fætter BR síðsta leygardag,

hevur tú møguleikan aftur fríggjadagin,

- og kanska at fáa eitt bomm við í lógvan

Hann hevur ikki fingið eitt føroyskt navn enn, men tað kemur kanska, tí ætlanin er, at Fætter BR framyvir skal vitja í Føroyum á hvørjum ári, tá ið BR-Leikur hevur føðingardag. Tað eru annars 9 ár síðani BR læt upp í Føroyum og hetta er fyrstu ferð Fætter BR vitjar síðani. Nógv hava spurt eftir honum og hava fregnast eftir at vita, nær hann kemur til Føroya.

Fyrrapartin síðsta leygardag upprann so dagurin, og nógv børn sum vaksin nýttu høvið at heilsa uppá Fætter BR. Summi børn vóru eitt sindur smæðin, onnur bangin, men tey flestu tóku væl ímóti honum. Komandi fríggjadag verður aftur høvi at heilsa uppá Fætter BR, áðrenn hann fer til Danmarkar.

Ikki færri enn 85 BR-handlar eru í Danmark, handil nummar 85 læt upp í gjár, og í Svøríki eru 20. Tað var Børge Rasmussen, sum fór undir hesa leikuketuna fyri 35 árum síðani og í dag eru tað synir hansara, ið standa fyri teimum. BR-Leikur læt upp í Havn í 1989 og í handlinum starvast seks fólk.