ÍF trívst væl í Suðuroy

Fuglfirðingar vóru fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum sunnanfjørðs, og fyri triðju ferð eydnaðist at fáa fulla úrtøku

 
 
TB-ÍF
 
Tað hevur hilnast væl hjá fuglfirðingum í Suðuroy í ár. Sunnudagin vóru teir fyri fjórðu ferð í hesum kappingarárinum sunnanfjørðs. Í trettanda umfarinum taptu teir 3-2 í Vági. Annars hava teir hvørja ferð fingið fulla úrtøku. Fyrst sendu teir VB úr steypakappingini, so vunnu teir fyrsta landskappingardystin á Vágs eiði, og hesa ferð gekk tað teimum eftir vild á Sevmýri.
                      Veðrið var av tí besta báðar vegir, og serliga á veg norður aftur var lagið gott. ÍF hevði øll stigini í viðførinum. Tað var ógvuliga týdningarmikið, og tað kann seinni í heyst fara at vísa seg at vera munurin millum framhaldandi lív í bestu deildini og at flyta niður.
                      Á veg suður høvdu teir verið eitt sindur ivasamir í ÍF. Umframt allar skaðarnar og fráverurnar, sum vórðu roknaðar upp í blaðnum leygardagin, so vóru steinar lagdir oman á byrðu. Bárður á Lakjuni varð vøddaskaddur undir venjingini fríggjakvøldið, og málverjin, Tórður Thomsen, var ikki førur fyri at spæla orsaka av liðbandsskaða í økslini.
                      Nýggjur maður millum stólparnar var Jacob Kaas. Hann stóð seg ógvuliga væl. Á strikuni hevði hann ikki so nógv at gera, men hann var tryggur í brotsteiginum, og hann dugdi væl at spæla bóltin frá sær.
 
Tætt og spennandi
Talan var so at siga um seks stiga dyst, og tað var rættuliga tætt og spennandi alla tíðina. TB hevði Predrag Zivkovic í miðverjuni við síðuna av Óla Johannesen. Teir stríddust við Bartal Eliasen, sum var í álopinum, inntil tað restaðu tíggju minuttir, og Poul Ennigarð noyddist at taka seg úr stríðnum orsaka av skaða í lærkrikanum.
                      Óli og Predrag megnaðu sína uppgávu væl, og tað gjørdu Poul Ennigarð og Símun Eliasen eisini í ÍF miðverjuni.
                      Einasta málið kom, tá ið eitt korter var farið. Málskorari var Høgni Zachariasen, sum arbeiddi seg væl og skilagott á sentrala miðvøllinum saman við Emil Nolsøe Leifsson, sum tykist vera sannur fongur hjá ÍF at hava fingið úr HB.
                      Málið kom í sambandi við hornasparksstøðu. Áki Petersen sendi horna innfyri úr vinstru, og við handara stólpan stakk evnaríki miðvallarin seg upp og setti krúllin undir bóltin, sum kanska kortini hevði farið í málið.
                      Eftir steðgin spenti TB álopsbogan alt meiri. Óli Johannesen varð fluttur fram í álopið, og tað stóðust spentar støður, men tað komu ikki fleiri mál. Hóast teir høvdu bóltin nógv, so tóktist tað tungt hjá TB at skapa sær góðar málmøguleikar, og ÍF dúvaði upp á møguleikar at fara í snarálop.
                      Sylla er skjótur og góður við bóltinum, tá ið hann fer einsamallur. Tvær ferðir eydnaðist tað honum at sleppa í brotsteigin. Aðru ferðina varð brotsspark gjørt ímóti honum. Poul Ennigarð tóktist vera miðvísur og tryggur, tá ið hann bjóðaði seg fram at avgreiða, men ólukkutíð fyri hann og ÍF, so setti veteranurin bóltin skeivu megin stólpan.
                      Fyri ÍF og Poul Ennigarð, sum noyddist at taka seg aftur, var tað tó kærkomið, at ÍF verjan og málverjin hildu tætt móti heimatrýstinum. Tí kostaði misnýtta brotssparkið ikki so nógv.
                      Hjá TB var Dejan Tomic fyri fyrstu ferð í álopinum, har hann spældi alla tíðina. Hjá ÍF varð Sylla skiftur út, tá ið tað restaði eitt korter, og álopsspælarin enn eina ferð var skaddur. Inn fyri hann kom Dánjal Pauli Højgaard. Teir átta minuttirnir vóru fyrsta royndin yvirhøvur í bestu deildini hjá toftamanninum, sum hevur vant við ÍF tær seinastu vikurnar.
 
TB-ÍF 0-1 (0-1)
0-1: Høgni Zachariasen 18.
TB: Pedrag Markovic  Birgir Rasmussen (Hallur Christiansen, 57.), Predrag Zivkovic, Óli Johannesen, Jon Johannesen  Olivur Abrahamsen (Einar Petersen, 80.), Bárður Dimon, Aleksander Jovevic, Dan Mortensen  Emmanuel Larbi (Allan Sedermark, 78.), Dejan Tomic
Gult kort: Predrag Zivkovic og Óli Johannesen
ÍF: Jacob Kaas  Áki Petersen, Poul Ennigarð (Sverrir Ellingsgaard, 85.), Símun Eliasen, Rúni Elttør  Atli Petersen (Frank Poulsen, 74.), Emil Nolsøe Leifsson, Høgni Zachariasen, Eyðun Ryggshamar  Bartal Eliasen, Sylla D. Ahmed (Dánjal Pauli Højgaard,82.)
Gult kort: Høgni Zachariasen.
Dómari: Páll Augustinussen.