Fiskiflotin kennur seg forfylgdan av landsins myndugleikum, nú aftur verður meylað um at taka av almennu minstulønartrygdina - og at leggja tilfeingisgjald á fiskiflotan. Formaðurin í Føroya Fiskimannnafelag, Jan Højgaard, sigur, at fiskimenn og reiðarar eru rættiliga ørkymlaðir í hesum døgum. Orsøkin er, at landsstýrið í játtanarkarminum til fíggjarlógina fyri 2011 aftur leggur eftir inntøkutrygd fiskimanna.
- Men tað er ikki nóg mikið við hesum. Landsstýrið leggur eisini eftir reiðarunum við at skjóta upp at leggja tilfeingisgjald á fiskiflotan.
Jan Højgaard heldur ikki, at tey, sum stýra hesum landi, hava eina nóg góða føling við, hvat vit liva av í Føroyum, og hvussu samfelagið í veruleikanum er skrúvað saman.
Tað vísir seg, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum, at landsins myndugleikar altíð halda seg kunna traðka á fiskimannin.
Jan Højgaard vísir á, at talið av fiskimonnum er nógv minkað seinastu árini, og tí ber ikki til at siga, at fiskiflotin ikki hevur verið fyri eini munandi rationalisering og effektivisering.
- Sama kann ikki sigast um tað almenna í Føroyum, har vit hava eina rúgvu av dupultum funktiónum, sigur hann.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum sigur seg ikki duga at síggja, hvussu landsins myndugleikar ætla at reka sjúkrahúsverk, almannaverk og skúlaverk, um tey ikki gevast við at langa út eftir vinnuni - og at leggja vinnuni fótonglar, sum hann tekur til.
- Bæði fiskimenn og reiðarar eru órógvaðir, og vit kenna okkum forfylgdar av landsins myndugleikum, slær Jan Højgaard, fast.










