Seinanstu tíðini hava leysasøgur gingið um, at fuglfirðingar ætla at styrkja um liðIð til seinnu hálvu. Vit spurdu ÍF-venjaran, Pauli Jarnskor, um nakað halda var í hesum, og hann játtaðI. ? Jú nakað er um tosið, vit royna at fáa Martin Thomsen til Fuglafjarðar, men enn er ongin sáttmálið undirskrivaður
Vann Løgmanssteypið við Gí
Martin Thomsen er 24-ára gamal verjuleikari, og hevur fyrr verið eitt skiftið í Føroyum. Í 2000 var Martin á Gí-liðnum, sum vann Løgmanssteypið. Hann var bert við í fyrru hálvu, og fór síðani aftur til Danmarkar. Martin er í løtuni knýttur at Holstebro, men hann hevur havt ilt við at bitið seg fastan á besta liðIð hjá felagnum.
Úr FuglafrðIð siga tey, at Martin dámar sera væl í Føroyum, og hann er sera áhugaður koma aftur. Alt valdast tó, um hann kemur inn á skúla í summar, tí so verður skiftið av ongum.
Ætla sær í 1.deild
Hóast fuglfirðingar halda at frástøðan til oddaliðIð í 2. deild, FS Vágar, allarhelst er ov stór, so hava teir ikki mist mótið um ein sess í fremstu deildini komandi ár. ? Enda vit á øðrum plássi í 2. deild kann alt henda, tí niðastu liðini í 1. Deild er avgjørt við at hava at gera, sigur Pauli Jarnskor við Sosialin