TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við miðvallaran hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni aftaná hann og liðfelagarnir á heimavølli høvdu tapt 0-2 ímóti NSÍ fyrr í dag.
Dánjal á Lakjuni heldur, at talan var um ein uppibornan sigur, men kanska 4-2 til NSÍ hevði givið eina betri mynd av dystinum.
Komandi sunnudag tekur ÍF ímóti grannunum úr Eysturkommunu, Víkingi. Dánjal á Lakjuni slær fast, at teir í ÌF gleða seg nógv til hendan dystin, og teir fara at gera hvat teir kunnu fyri at spenna bein fyri grannunum, og harvið skapa stóran spenning um FM-heitið.










