Fótinum bilar einki

Jón Rói Jacobsen hevur ikki vant við fullari ferð, men boðini eru kortini, at hann er 100% leygardagin

Bethune, Frakland: Eitt av ivamálunum, sum hesa ferð hevur tikið seg upp undan landsdystinum, er, hvørt tað skuldi eydnast at fáa Jón Róa Jacobsen kláran til uppgávuna leygardagin. Ivin stendst av, at Jón Rói fyri 10 døgum síðani keikti sær fótin, tá Frem spældi móti Vejle í donsku steypakappingini.
Týsdagin vandi Jón Rói fyri fyrstu ferð aftur við liðfeløgunum, og hann var eisini partur av liðnum, sum mikudagin fór til Fraklands.

Verður spardur
Undir venjingunum hevur Jón Rói tó fyri tað nógva verið at sæð fyri seg sjálvan, men tá vit fingu orðið á hann, helt hann ikki, at nakar sum helst ivi var um, at hann er til reiðar, tá dysturin skal spælast.
- Hetta er so fyrsta ferðin, at eg venji rættiliga við bólti í eina viku, og tað hevur gingið væl. At byrja við var kanska eitt sindur tungt at seta fótin til, men tá eg var vorðin heitur, so gekk tað fínt. Tað kann sjálvandi vera, at møðin í fótliðnum fer at merkjast, tá eg eri kaldur aftur, men tað fáa vit so at síggja.
Jón Rói sigur annars, at hesa seinastu vikuna er mesta tíðin farin til at halda fótinum í frið. Men at einstakir túrar tó hava verið á súkklu. Eisini hóast hann ikki heldur, at nakar vandi er fyri eini niðurgongd í konditionellu støðuni.
- Tað er bara ein vika, sum tað snýr seg um, so tað er ikki tað stóra, sum eg missi í so máta.
Og landsliðsvenjararnir tóktust heldur ikki vera bangnir fyri hesum. Tá innanhýsis dystur seinni var á skránni undir venjingini, slapp Jón Rói als ikki upp í part. Sjálvur vildi hann annars gjarna vera við, men Henrik Larsen helt tað vera rættast, um hann bara tók tað róligt fram til dystardagin.

Bara keylur
Og sjálvur letur verjuspælarin ongan iva vera um, at hann er klárur at renna eftir Henry og hinum álopsstjørnunum í 90 minuttir?
- Tað verður nokk eingin trupulleiki. Og tað er eisini so, at tá tú skalt royna teg móti slíkum spælarum, so verður orkan tað pettið størri av sær sjálvum.
Stóru uppgávurnar hava eisini ofta víst seg sum pallurin, har føroysku avrikini eru lyft upp á hægsta støði, meðan teir á pappírinum lættari dystirnir kanska hava verið teir, har okkara havt havt tað truplast.
Trupult verður tað undir øllum umstøðum leygardagin, og Jón Rói heldur, at talan helst er um størsta uppgávuna, sum føroyingarnir nakrantíð hava staðið fyri. Eisini, um sammett verður við útidystin móti Týsklandi fyri tveimum árum síðani.
- Tað verður kanska nakað øðrvísi, men eg ivist ikki í, at hetta verður minst líka stórt, sum tá vit spældu í Týsklandi.
Og tað at ein spælari sum Zidane ger sítt veruliga come-back í hesum dystinum. Er tað nakað, sum sigur tykkum nakað?
- Sjálvandi er tað nakað, sum vit tosa um áðrenn dystin. Tað er jú ein risa uppliving at spæla móti einum av bestu spælarunum, sum nakran tíð hava verið. Men undir dystinum, so er tað kortini øðrvísi. Tá eri teir bara keylur, sum allir aðrir, staðfestir føroyska verjuálitið at enda.