Fútin váttar nú hóttan frá Greenpeace

Karen Marie Olsen váttar nú, at politiið í Føroyum hevur biðið um hjálp frá donsku løgregluni. Orsøkin er hóttan frá Greenpeace móti oljuvinnuni í Føroyum. - Á heimasíðuni hjá Greenpeace stendur, at felagsskapurin fyrireikar tiltøk móti oljuídnaðinum. Millum annað av hesi orsøk hevur pollitiið í Føroyum fingið neyðuga hjálp frá politinum í Danmark fyri at tryggja, at eitt nú boripallar ótarnaðir kunnu loysa teirra uppgávur.

Soleiðis sigur Karen Marie Olesen í tíðindaskrivi í nátt.

Tað var í gjárkvødlið, at Portalurin kundi avdúka, at við flogfarinum í gjárkvøldið komu serdeidlir frá Rigspolitiets Aktionsstyrke saman við Søværnets Frømandskorps.

Fútin vil enn ikki upplýsa meira um løgregluátakið.

Einasti boripallur í føroysku sjóøki er West Phoenix.